Anders Behring Breivik, hevur nú greitt løgregluni frá, at hann var einsamallur um illgerðirnar í Noregi seinnapartin fríggjadagin.
Tað greiddi løgreglan frá á tíðindafundi í morgun og løgreglan roynir framvegis at staðfesta um hann sigur satt.
Higartil hava atsóknirnar kravt 92 mannalív, men nógv eru illa løstað við tað, at 67 fólk hava verið á sjúkrahúsi til viðgerðar eftir atsóknina á Utøya og 30 eftir bumbuspreingina í Oslo.
Av teimum, sum meiðslaðust í spreingini, eru 9-10 illa løstað og leitað verður framvegis eftir fólki í húsunum, men vandi er fyri at tað rapar niður yvir bjargingarfólk og tað ger leitingina tórføra.
Leitað verður eisini eftir 4-5 fólkum, sum ikki eru komin aftur í aftur eftir atsóknina á Utøya.
Løgreglan hevur eisini greitt frá, at tá ið Anders Behring Breivik varð tikin á Utøya, hevði hann ongar patrónur eftir.
Hann hevur greitt frá, at endamál hansara var at brúka harðskap fyri at broyta førda politikkin.
Hann fór á ungdómsleguna á Utøya við tí endamáli at avara Arbeiðaraflokkin ímóti dómadegi, broytti flokkurin ikki politiska kós.
Hann var væl kunnugur við skránna á politisku ungdómsleguni og vildi raka marxistarar, sum hann kallan Arbeiðaraflokkin, so hart, sum gjørligt.
Hann er sannførdur um, at nú var ein vápnað atsókn, sum hendan, einasti útvegur, sum var eftir, tí hann hevur roynt við penninum, men tað hevur alt verið til fánýtis.
Umframt at skriva dúgliga á internetinum, hevur hann eisini skrivað lesarabrøv, men bløðini hava ikki viljað prenta tey.
Verjin hevur onga viðmerking til spurningin, sum vil ikki siga um Anders Behring Breivik angrar tað, hann hevur gjørt.
Í morgin skal hann fyri rættin, har hann verður varðhaldsfongslaður. Verjin sigur, at hann vil ikki hava, at rættarfundurin verður fyri afturlætnum hurðum, tí hann vil sleppa at greiða frá, hví hann framdi eina slíka ófatiliga illgerð.
- Rættarsalurin skal vera røðarapallurin til allan heimin, hevur hann sagt.
Og alt hetta skriva ymsir norskir miðlar í morgun.










