Varðborg seld til Oyrar, Ólavur Hvíti til Gibraltar

Tað er skipsmeklaravirkið, MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri sølunum

Skipasølur

Herfyri vórðu skipini, Varðborg og Ólavur Hvíti, seld.
Tað er skipsmeklaravirkið á Argjum, MARETEC, sum hevur skipað fyri sølunum.
Ólavur Hvíti, sum P/F Thor í Hósvík átti, er seldur til eitt felag í Gibraltar. Ætlandi fer skipið til fiskiskap á leiðunum úti fyri Senegal. Tveir føroyingar vóru við á longu leiðini niður til Gibraltar.
Ísfiskatrolarin, Varðborg, sum felagið Stjørnan í Leirvík, átti, er seldur O.C. Joensen á Oyri.