Varðagøta 1953

Gamlar havnarmyndir



Hildið verður, at hendan myndin er tikin í 1953 ella har á leið. Hon er tikin oman eftir Varðagøtu. Vinstrumegin síggjast m. a. húsini, har Gunnar Stockholm hevði handil. Høgrumegin sæst KFUM o. s. fr. Høgrumegin sæst eisini oman í Villumsgøtu og húsini har um leiðir. Niðast sæst portrið, sum gekk frá Varðagøtu og inn til katolikkaprestin.
Myndaeigari: Kári Arge