Vápnahvíld í tríggjar dagar

Nú er líkt til, at ein vápnahvíld verður millum Russland og Ukraina í tríggjar dagar

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina stendur við uppskotið um eina 30 dagar langa vápnahvíld í krígnum við Russland.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters at siga í kvøld.

 

- Vit taka ikki hetta uppskot aftur, sum kann geva diplomatinum ein møguleika, segði Volodymyr Zelenskyj í røðu síni í kvøld til ukrainska fólkið.

 

Tað hevur eisini verið upp á tal, at frá og við hósmorgni - í morgin - verður ein tríggjar dagar long vápnahvíld millum Russland og Ukraina. 

 

Fyrr í kvøld hevur verið sagt, at Russland ikki hevði svarað, um landið gongur við til hetta.

 

Men, nú seinni í kvøld skriva russiskir miðlar, sum AFP endurgevur, at ein tríggjar dagar long vápnahvíld nú er galdandi millum stríðandi partarnar.

 

##med2##

 

Í endanum av apríl kunngjørdi russiski forsetin, Vladimir Putin, at ein vápnahvíld verður lýst í samband við sigursdagin hin 8. mai.

 

Hetta er 80 ára sigurdagurin yvir Nazi-Týsklandi undir seinna heimsbardaga.

 

Ukraina hevur ongantíð tikið undir við vápnahvíldini á hesum degi, síðan Russland leyp á Ukraina fyri stívliga trimum árum síðan. Ístaðin hevur Ukraina tikið undir við einari 30 dagar langari vápnahvíld.

 

Nú er so líkt til, at ein vápnahvíld fyribils verður millum stríðandi partarnar í tríggjar dagar.