Vápnahvíld í fimm dagar afturfyri 70 gíslar

Tað var, tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober, at felagsskapurin tók fleiri enn 200 gíslar við sær inn í Gazageiran.

Eitt talsfólk fyri Hamas sigur, at felagsskapurin vil leyslata í mesta lagi 70 gíslar, um vápnahvíld verður lýst í Gaza í fimm dagar.

 

- Ein vápnahvíld skal hava við sær, at hjálparveitingar verða sendar um allan Gazageiran, leggur talsfólkið aftrat.

 

Sambært Reuters verður eisini upplýst, at ein ísraelskur gísli hevur latið lív í einum ísraelskum álopi í Gaza.

 

Tað var, tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober, at felagsskapurin tók fleiri enn 200 gíslar við sær inn í Gazageiran.

 

Hamas hevur leyslatið nakrar heilt fáar gíslar av heilsuávum, eitt nú eina kvinnu og dóttir hennara og tvær eldri kvinnur.

 

Hildið hevur verið, at Hamas hevur gíslarnar í onkrum av kilometrar longu tunlunum undir Gazageiranum.