Sergej Lavrov sigur, at Russland hevur ikki hótt við kjarnorkukríggi. - Tað er vesturheimurin, sum snakkar um kjarnorkukrígg, sigur russiski uttanríkisráðharrin við Ria Novosti.

Vápnaflutningur er lógligt álopsmál

- Russland sær seg ikki at vera í kríggi við Nato, men um so verður, økist vandin fyri kjarnorkubardaga, sigur Sergej Lavrov.

Sergej Lavrov sigur, at Russland hevur ikki hótt við kjarnorkukríggi. - Tað er vesturheimurin, sum snakkar um kjarnorkukrígg, sigur russiski uttanríkisráðharrin við Ria Novosti.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur sambært Reuters, sum endurgevur statsriknu russisku tíðindastovuna, Ria Novosti, at vápnasendingar úr øðrum londum til Ukraina eru lógligt hernaðarmál hjá russum.

 

Hann sigur, at Russland sær seg ikki at vera í kríggi við Nato, men vísir á, at ein slík gongd hevði økt vandan fyri kjarnorkukríggi. Sergej Lavrov sigur, at Russland hevur ikki hótt við kjarnorkukríggi.

 

- Hetta er nakað, sum vestanlondini snakka um, leggur hann aftrat.

 

Uttanríkisráðharrin nemur eisini við støðuna í grannalandinum hjá Ukraina, Moldova og sigur, at landið verður drigið inn í Nato. Hann minnir tó á, at Moldova fær ikki størri tryggleika við Nato-limaskapi.

 

Moldova hevur eina ógvuliga avmarkaða játtan til verjuna, og landið hevur higartil ikki søkt um limaskap í verjusamgonguni, Nato.

 

 

 

 

 

Sergej Lavrov sigur, at Russland hevur ikki hótt við kjarnorkukríggi. - Tað er vesturheimurin, sum snakkar um kjarnorkukrígg, sigur russiski uttanríkisráðharrin við Ria Novosti.