Vápnað løgregla eftir stuttleikafiskimonnum

Tað ræður um at ansa sær í Noregi í hesum døgum, tí myndugleikarnir lata ikki tilvildina ráða.

Løgreglumenn við maskinbyrsu og skjøldri vórðu boðsendir, tí fólk høvdu sæð nakrar menn við tveimum bilum uttan fyri Alta í gjárkvøldið.

 

-Tann, sum boðaði okkum frá, undraðist á, hvat nakrir menn í myrkum klæðum gjørdu úti í óbygdum so seint um kvøldið, so hann valdi at siga okkum frá, sigur Anders Bjørke-Olssen hjá løgregluni í Vesturfinnmørkini við tíðindastovuna NTB.

 

Løgreglan fekk boðini um teir illgrunasomu menninar stutt eftir klokkan 22, men tá løgreglan kom á staðið, vísti ta seg, at tað vóru nakrir stuttleikafiskimenn úr lokalumhvørvinum, sum vóru farnir ein túr við tráðu.

 

Hendingin er bara eitt dømi um, hvussu støðan er í Noregi, eftir at myndugleikarnir hava fingið ábendingar um, at yvirgangsmenn hava ætlanir um álop í Noregi.