Vanvirðislig blóma við týðandi talu

"Tey vóru gamlir vinir, - og skuldi hann nú ikki hirða at hjálpa henni, nú hon trongdi til hjálp? Hvussu ofta hevði hon ikki verið honum til gleði í barnaárunum? Hon hevði tvørturímóti ofta verið við til at skapa gleðisstundir".

Hesin sangurin gevur okkum eina góða fatan av, hvussu yrkjarin Grundtvig hevur tað um hetta mundið í 1817.
Úr barnaheiminum var hann farin út í lívið við einum hópi av góðum minnum, t.d. um jólini og páskini heima við hús. Úr hesi goymsluni spretta fram ein hópur av góðum sálmum.
Hagani átti hann minnir um urtagarðin og blómurnar. Ein teirra var páskaliljan, sum ein hevði fá lovorð til yvir fyri tá í tíðini. Vanvirðisliga varð hon umtalað sum ein "bóndablóma úr urtagørðum á bygd".
Henni tørvaði, sum Grundtvig sjálvur sigur tað, til eina uppreisn. Og tí sýndi hann hesi blómuni eisini serstakan áhuga, og tí skrivaði hann eina drúgva yrking "Páskaliljan", sum hvørt ár varð spæld á Kongaliga Teatrinum páskaaftan.
Úr hesi yrkingini er sprottin fram sálmurin, sum nú er at finna eisini á okkara sálmabók, sum nr. 211 í meistarligu týðingini hjá Axeli Tórgarð frá 1960.

Bað um hjálp
Tað var kanska tikið í so rívan til, tá Grundtvig valdi at gera seg til talsmann og verja hjá bóndablómuni.
Alt og øll høvdu líkasum tikið seg saman fyri at gera henni fyri skommum: Hon hevði gula litin hjá svikinum og bar haraftrat tað vanvirðisliga navnið "Seudunarcissus", t.v.s. liljan, sum lýgur seg til navn sítt. Hvussu einfalt var ikki at gera hesi blómuni fyri skommum, og gera soleiðis, at skommin kom á hann, sum bjóðaði seg fram sum verja hennara?
Tá hon so pikkaði á dyrnar hjá Grundtvigi og bað hann hjálpa sær, var svar hansara avvísandi í fyrstu atløgu. Tí, hvat vilt tú her?
Tað var tó eitt í lagnuni hjá hesi blómuni, sum ikki var so ólík hansara egnu. Grundtvig sjálvur ? sum onkur nevndi sum kapellanin uttan meinigheit og skribentin uttan lesarar ? var eisini vanvirdur av fólki. Hann og páskaliljan høvdu í roynd og veru somu støðu í høvuðsstaðnum.
Tey vóru gamlir vinir, - og skuldi hann nú ikki hirða at hjálpa henni, nú hon trongdi til hjálp? Hvussu ofta hevði hon ikki verið honum til gleði í barnaárunum? Hevði hann heldur nakrantíð hoyrt nakað vanvirðisligt um hana harheimi? Hon hevði tvørturímóti ofta verið við til at skapa gleðisstundir.
Tað var altíð fest yvir gudstænastuna, tá henda blóman sást í urtagarðinum, og ofta var hon, um hon kom fram nóg tíðliga, tikin við inn í kirkjuna og sett á ovasta sessin, á sjálvt altarið. Og hevði hann ikki eisini ofta undrað seg um, at hon megnaði at stríða seg upp gjøgnum harðfrystu jørðina, meðan aðrar og meiri sartar plantur hvørki høvdu dirvi ella megi at vísa seg?
Kanska kom hon nú aftur til hansara, ikki so nógv fyri at biðja um hjálp, men heldur fyri at veita hjálp!

Sig mær satt
Tað var vist ikki rætt at avvísa hana, og betri hevði verið at gera seg til eitt við hana. Avvísandi tala hansara varð nú brádliga broytt til ein spyrjandi áhuga: "Páskablóma, sig mær satt:
hava nakað vit at týða?
Hava vit nú boðað rætt?
Kunnu deyð av grøvum stíga?"
Og blóman nikkaði samtykkjandi og svaraði:
"Kunnu deyð ei rísa hátt,
einki hava vit at týða,
følna skulu vit tá brátt,
ongan urtagarð vit prýða -
undir torvu gloymd og fjald".
Soleiðis helt henda lítla vanvirda blóman úr urtagarðinum í landsbygdini eina prædiku, sum gjørdist lív av deyða fyri hann.
Og síðani tá hevur hon hjálpt túsundvís av øðrum til at halda hesa somu prædikuna.
(SB týddi úr bókini "Salmebogen fortæller")



Í eina rammu


1. Páskablóma, hvat vilt tú?
Urt úr bygdablómugarði
uttan anga, skreyt og skrúð,
hvørjum ert tú gestur kæri?
Heldur tú, at nakar fær
hug at goyma teg hjá sær?
Torir skald um teg at røða,
fuglurin um teg at kvøða?

2. Ei tann lýggja summardag
nældi tú, har blómur pranga,
ei sum liljan silvurblað
fekst tú og sum rósan anga.
Men tá vetraródn er hørð,
sprettur tú úr køldu jørð,
gleðir einans tann, ið skoðar
teg og minnist tað, tú boðar.

3. Páskablóma, sig mær satt:
hava nakað vit at týða?
Hava vit nú boðað rætt?
Kunnu deyð av grøvum stíga?
Reis hann upp, sum boðað er?
Rísa orð hans aftur her?
Sprettir so av gulum beði
lívið fram á páskadegi?

4. Kunnu deyð ei rísa hátt,
einki hava vit at týða,
følna skulu vit tá brátt,
ongan urtagarð vit prýða -
undir torvu gloymd og fjald.
Men fær megin dulda vald,
bræðist, stoytist vaksið fína,
skal sum ljós á grøvum skína.

5. Páskablóma! megin sterk
er í tínum gula horni,
og sum við eitt undurverk
leskist eg á páskamorgni.
Morgunsól og fuglamál
drakk eg mær úr tíni skál;
deyðir vakna, eg man skoða
teir í páskamorgunroða.

6. Ja, so satt tú sigur tað!
Frelsarin reis upp av deyða!
Tí er langafríggjadag
vón um páskamorgun reyða:
Kappin ein av øllum ber,
grøv og svørð ei muna her -
dumba bert, tá hann vil anda,
hann, sum bjarging gav úr vanda.
Grundtvig 1817. Axel Tórgarð 1960.