Landsliðsvenjarin nýtir sjálvur dystin hjá U21-landsliðnum móti Albania sum dømi, tá orð skulu setast á venjingarstøðuna hjá føroysku spælarunum.
- Eg haldi, at tú í tí dystinum sá, at tað vóru støður, har automatikkurin í spælinum ikki var nóg góður. Og har spælarar skulu brúka ov nógva tíð til tey løttu tingini á vøllinum, segði Jógvan Martin.
So er spurningurin, hvussu hetta fer at merkja føroyska liðið mikudagin. Á útivølli móti heimsmeistarunum gerst uppgávan neyvan størri. Og frá heimaliðnum verður lagt upp til fótbóltsveitslu, nú luttøkan til komandi EM-endaspælið er tryggjað.