Vantandi samskifti um dómaraboð

Eingin dómari var møttur, tá VB og VÍF skuldu spæla í bestu kvinnudeildini í kvøld

 

 

Tað var vantandi samskifti, sum var orsøk til, at eingin dómari var í Vági, tá VB í dag tók ímóti VÍF.

 

Á dómarayvirlitinum stóð, at Birgir Sondum og Hanus Kúrberg skuldu døma, men endaligu boðini um hetta vóru ongan tíð komin til teir báðar.

 

- Tað er ikki nøkur bílig umbering fyri hetta. Orsøkin var, at ein kiksari í samskiftinum bar við sær, at endaligu boðini ongan tíð vóru komin fram til teir báðr, og tað er ótrúliga keðiligt, sigur Hartvig Joensen, dómarasamskipari.

 

- Tá eg varnaðist hetta, var tað longu ov seint, so vit fingu ikki bøtt um støðuna. Eg játtaði tó alt fyri eitt, at kundu tey fáa eitt dómarapar við einum umboði fyri hvørt felag, so varð hetta góðtikið. Og eg eri sera takksamur fyri, at feløgini sýndu ábyrgd og fingu dystin avgreiddan, sigur Hartvig Joensen.