Vantandi hagtøl um ættleiðing

Ættleiðingarfelagið hevur heitt á Ríkisumboðið, um at fáa til vega álítandi hagtøl yvir ættleiðing í Føroyum . Hagtøl um ættleiðing hava stóran áhuga millum fólk og fær Ættleiðingarfelagið fleiri spurningar hesum viðvíkjandi. Fólk vilja vita, hvussu nógv børn verða ættleidd árliga, hvussu býtið er millum londini, hvussu nógv eru ættleidd til Føroya tey síðstu 10 árini og so framvegis. Á heimasíðundi hjá kærunevndini í ættleiðingarmálum, www.adopt.dk, eru hagtølini fyri Danmark bæði lætt og greitt atkomulig. Í Føroyum varir Ríkisumboðsmaðurin av málsøkinum ættleiðing og hevur stovnurin atgongd til tøl í sambandi við ættleiðing.