Í dráttinum í gjár í amerikanska lottospælinum, Powerball, var vinningurin ikki minni enn 337 milliónir dollarar, sum svarar til 2.043.399.500 danskar krónur.
Hetta hendir minni enn eina viku eftir, at eitt bretskt par vann 1,4 milliardir í europeiska lottospælinum, EuroMillions.
Higartil er kunngjørt, at rætta samansetingin av tølunum bert finst á tí eina lottoseðlinum, og at hann er keyptur í Michigan.
Hepni vinnarin skal nú gera av, um hann vil hava vinningin útgoldnan í einum, ella við einari upphædd um árið komandi 29 árini. Velur vinnarin at fáa peningin út í einum, kostar hetta skattir og avgjøld, men upphæddin fer kortini at liggja um 1,4 milliardir krónur.
Talan er um næststørsta vinning í søguni, og bert vinningurin frá 2006 upp á 365 milliónir dollarar, ella góðar 2,2 milliardir krónur. Tað vísti seg at átta slaktarar áttu hepna seðilin.
Michigan hevur sum so mangir aðrir statir í USA eina lóg sum sigur, at lottovinnarar ikki kunnu vera ónevndir, so fyrr ella seinni má vinnarin kunngera navn og bý, har hann býr. Nógvir vinnarar av stórum vinningum velja tó at standa ffram eftir holla ráðgeving, so tað kann taka sína tíð, áðrenn fólk fáa at vita, hvør vinnarin er.










