Vann stóran sigur í deydligum stríði

Vágbingar hava víst, at teir vilja hava Jógvan Krosslá at halda fram sum borgarstjóra í Vági. Og tað er eisini alt, sum bendir á, at so verður

-Eg taki hetta sum eina dygga álitisváttan frá vágbingum

Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági er fegin um úrslitið av kommunuvalinum.

Sjálvur var hann tann heilt stóri sigursharrin við 174 atkvøðum. Tað er tvær og eina hálva ferðir so nógv sum tann, ið fekk næstflestar atkvøður.

Ikki minst fegnast hann um, at bæði hann, og flokkurin, varðveitti støðuna í býráðnum.

Umframt at hann sjálvur var fyrstvaldur, gjørdi tað frálíka valið hjá borgarstjóranum, at hann hálaði trý tjóðveldisfólk afturat við sær í býráðið.

Sostatt varðveitti tjóðveldisflokkurin støðu sína sum nógv størsti flokkur við fýra umboðum í býráðnum av teimum níggju, sum eru í alt.

Flokkurin hevði eisini fýra umboð í fráfarandi býráðnum. Men tvey av umboðunum hesuferð eru nývald. Tey eru Mortan Mortensen og Turið Kjærbo, sum bæði koma í býráðið fyrstu ferð. Tey komu fyri Niels við Gjógvará, sum ikki varð afturvaldur og Ingvør Hansen, sum ikki stillaði upp aftur.


Deydligt valstríð

Vágbingar annars verið eitt sindur ørkymlaðir undan valinum og óvissan um, hvussu alt fór at tørna út, hevur verið stór. Tí deydligari valstríð enn uppundir kommunuvalið týsdagin eru tað fáir vágbingar sum minnast.

Valgreinar í bløðunum hava ongar verið. Nakrar fáar plakatir rundanum sjálvt valstaðið var tað einasta sum luktaði eitt sindur av vali. Annars sást at kalla onki runt umkring í býnum, sum bendi á, at hetta var dagurin, tá ið vágbingar skuldu velja, hvønn tey vildu leggja framtíðina í hondina á.

Sjálvur sigur Jógvan Krosslá, at hann minnist ikki linari valstríð. Men eisini tað tekur hann sum eitt tekin um, at vágbingar hava verið nøgdir við avrikið.


Heldur fram

Hetta valskeiðið hava tað verið tjóðveldisflokkurin, javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin, sum hava sitið í samgongu.

Og tað er alt, sum bendir á, at hendan samgonan heldur fram. Tilsamans hava tey sjey av teimum níggju býráðslimunum, og tað er tað sama, sum í valskeiðnum, ið endar nú

Jógvan Krosslá sigur, at ongin avgerð er tikin um nýggja samgongu.

-Men vit, sum sótu í samgongu, hava tosað saman, og vit eru øll áhugað at halda fram.

Hann heldur, at samstarvið hevur gingið so mikið væl, at tað er ongin orsøk til at broyta tað.

Tað er eisini alt, sum bendir á, at Jógvan Krosslá heldur fram sum býráðsformaður.

-Eg haldi, at vágbingar hava víst á meg sum býráðsformann einaferð afturat, sigur Jógvan Krosslá. Sum nógv størsti flokkur, er tað heldur onki at ivast í, at tjóðveldisflokkurin fer at krevja at fáa býráðsformannin.

Jógvan Krosslá kom í býráðið eftir valið í 1992 og hann hevur býráðsformaður líka síðani.


Skuldin niður

Jógvan Krosslá sigur, at tyngstu málini tey næstu árini verður at betala skuldina niður. Kommunan skyldar gott 70 milliónir og eftir avtaluni skulu 10% av skuldini betalast í avdráttum um árið tey næstu fimm árini.

Næsta ár skulu sostatt 11 milliónir betalast í rentum og avdráttum.

Men tá ið tey fimm árini eru farin, skyldar kommunan lítið meiri enn eina álíkning, sum er góðar 32 milliónir.

Men býráðsformaðurin sigur, at hesi bæðu næstu árini verður neyvan umstøður fyri at gera tað stóra. Men aftaná tað, verða ræsurnar rúmari.

Tó sigur hann, at tað er bráðneyðugt at útbyggja og dýpa havnina fyri ikki at forða vinnulívinum at mennast.