Føroyska borðtennislandsliðið luttekur í hesum døgum í Arctic Open í Reykjavík. Hetta er ein árliga afturvendandi kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland.
Fyrsta kappingardagin, fríggjadagin, var liðkapping ímillum tey ymisku landsliðini. Menninir blivu nummar trý av átta liðum, meðan kvinnurnar blivu nummar tvey av fýra.
Í gjár var einmansleikur hjá kvinnum á skránni. Her eydnaðist tað Duritu F. Jensen úr borðtennisfelagnum Tór í Havn at spæla seg í finaluna.
Durita, sum spældi sera væl hesa kappingina, mátti tó lúta í finaluni. Hon tapti 4-2 ímóti Kolfinnu Bjarnadóttir úr Íslandi. Durita vann harvið silvur.
Í blandaðum tvímansleiki beit Durita eisini frá sær, har hon vann bronsu saman við beiggja sínum, Fróða F. Jensen, sum spælir við Amager BTK í Danmark.
Í dag er einmansleikur hjá monnum á skránni, meðan kvinnurnar skulu spæla tvímansleik. Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í morgin.










