Síðan síðst í november hevur ítróttarfelagið B71 á Sandoynni selt lutaseðlar til frama fyri felagið, har høvuðsvinningurin var ein Toyota Corolla.
Kappingin um bilin var tó ikki sum vanligir lutaseðlar. Økið rundan um Sandsvatn var býtt sundur í umleið 4.540 teigar.
Leygardagin 18. desember skuldi so vinnarin av bilinum finnast. Við 5 litrum av bensini í tangan koyrdi jólamaðurin runt um Sandsvatn, og tann ið átti teigin har bilurin steðgaði, hevði vunnið bilin.
Teinurin runt vatnið er 5.946 m. Bilurin koyrdi 17,5 ferðir runt vatnið, tvs. uml. 104 km. Bensinávaringarljósið lýsti frá byrjan av túrinum. Túrurin var í 2 tímar og 20 min. Tvær bensinstøðir eru við vatnið, og tær vóru passeraðar heilar 35 ferðir tilsamans. Bilurin koyrdi 20,8 km/l.
Tað var Mortan Hentze á Argjum, sum átti teigin, har bilurin steðgaði, og hann gjørdist tann hepni vinnarin av einum Toyota Corolla 1,6 Hatchback.
1. vinningur (bilurin) var nr. 2102, hinir vinningarnir vóru:
2. vinningur: nr. 1302, 3. vinningur: nr. 0505, 4. vinningur: nr. 1577, 5. vinningur: nr. 5177, 6. vinningur: nr. 0538, 7. vinningur: nr. 2482










