##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, fríggjadagin 7. juni í SportBoxini á FM1, tá manningin hjá FM1, og Petur Mittún aðalskrivari í ÍSF ringdu til Onnu Kristiansen, ið hevði ilt við at trúgva, at hon hevði vunnið ferðina fyri tvey til oyggjaleikirnar í Gibraltar.
2) Hoyr samrøðu, ið var gjørd við Annu Christiansen í SMS farna leygardag, tá hon fekk vinningin handaðan frá Elini H. Joensen, ÍSF-forseta. Anna Kristiansen sum býr í Runavík, og er upprunaliga úr Kaldbak hevur stríðst við krabbamein seinastu tvey árini. Hon hevur fyri stuttum vunnið á krabbanum, og nú fekk hon omaná ferðina til Gibraltar. Maðurin, Hugo sum hevur staðið við hennara lið tey bæði undanfarnu, torføru árini verður við á ferðini. Anna greiðir frá, at tað var ikki fyrrenn Petur Mittún ringdi aftur seinni sama dag, at tað veruliga gekk upp fyri henni, at hon hevði vunnið ferðina. Tá var hon stødd umborð á Smyrli á veg til Suðuroyar.