Fyrradagin svumu føroysku svimjararnir í finaluni, eftir at vera kominir víðari.
Tað gekk væl og Durita Strøm vann gull í 50 metra frísvimjing. Halla Poulsen gjørdist nummar 2 og fekk silvur og Símun P. Zachariassen fekk eitt flott 4. pláss, frætta vit úr Hálandi.
Føroysku rennararnir runnu í gjár 5000 metra teinin og væl gekk. John Joensen rann teinin uppá 23:31 minuttir og gjørdist nummar 4 av 8 í sínum hópi. Jonhard Haraldsen rann teinin uppá 32:13 og gjørdist nummar 7 í sínum hópi.
Eisini Johanna Maria Niclasen og Unn Mortensen runnu í gjár og tað frætist, at væl gekk.
Í gjár skuldu menninir renna 1500 metra teinin.
Sagt verður, at bólkað verður soleiðis, at ein altíð kappast ímóti javnmettum mótstøðufólkum. Eisini eru kappingarnar so háttaðar, at talan er um nógvar vinnarar. Enn eru fleiri kappingar og finalur eftir at luttaka í á leikunum í Hálandi.









