Vann 650.000 krónur við fyrsta snarið

Ein heppin vinnari í Klaksvík vann stóra upphædd í Gekkinum í Kringvarpinum í kvøld

 

1,9 milliónir vóru at vinna í leypinum, tá Reynir í Klaksvík var tann hepni gekkavinnarin í fjórða spælinum í Gekkinum í kvøld.

Hann slapp at velja, um allar tær 1,9 milliónirnir skuldu verða verandi í gula leypinum, ella um hann vildi býta upphæddina út á allar tríggjar leyparnar.

– Konan sigur, at vit skulu deila upphæddina millum leyparnar, svaraði Reynir, og so varð gjørt.

Í fyrsta snarið steðgaði gekkahjólið aftan á fyrsta seymin í reyða leypinum, og so varð látur og gleði at hoyra hjá Reynir, sum nú er 650.000 krónur ríkar.

– Reynir, ert tú har, spurdi verturin Jan Gardar.

– Hetta er næstan betur, enn tá KÍ vinnur, legði verturin, sum sjálvur er úr Klaksvík afturat.

Gekkaupphæddin næstu ferð verður 1,3 milliónir krónur.