Longu dagin eftir børsskrásetingina var kursurin hækkaður so nógv, at Fíggingargrunnurin hevði vunnið 160 mió. Fíggingargrunnurin frá 1992, sum júst hevur selt meirilutan av partqbrøvunum í Føroya Banka, eigur framvegis ein triðing av bankanum.
Partabrøvini hjá grunninum merkja væl ta hækking, sum fór fram á fyrsta degnum, bankin var skrásettur á børsinum, og hækkingin úr 189 upp í 243 gevur grunninum er stóran vinning.
160 milliónir krónur eru partabrøvini nú meiri vert hjá Fíggingargrunninum, og tað er sambært fíggjarmálaráðharranum meiri enn yvirskotið á fíggjarlógini.









