Vann 129 milliónir evrur í lotto

Ein lottospælari í Bretlandi hevði meiri enn vanligt hepni við sær, tá hann í gjárkvøldið vann høvuðsvinningin í lottospælinum EuroMillions lottery. Lottoseðilin hjá bretanum hevði tey sjey tølini, sum vórðu drigin, og tað bar í sær, at hann vann 129 milliónir evrur ella knappliga eina milliard krónur.

Hetta er størsti vinningur, sum nakrantíð hevur verið í hesum spælinum. Tað gamla metið, sum var frá mai í fjør, var góðar 126 milliónir evrur.

EuroMillions lottery verður spælt í Belgia, Bretlandi, Eysturríki, Írlandi, Fraklandi, Luksenburg, Portugal, Sveis og Spania.