Hóast Bayern München er týskur steypavinnari og við vissu verður týskur meistari, so vigaði tapta hálvfinalan í gjárkvøldið heilt nógv. Tað frægasta, sum venjarin, Ottmar Hitzfeld, fekst at siga um dystin, var, at hetta var ein vanlukka. – Avrikið var vanlukkuligt. Vit royndu. Men tað er bara dagar í fótbólti, har einki eydnast. Tú kanst ikki gera slík mistøk í verjupartinum, tá tú spælir í Europa, segði Hitzfeld við týska Kicker.