Vanlukkuligar avleiðingar fyri sethúsaeigarar

Í ávísum førum hevur tað havt katastrofalar avleiðingar fyri sethúsaeigarar, at lógin um rentustuðul varð broytt fyri hálvum øðrum ári síðani.

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, tingmaður.

Nú spyr hann landsstýrismannin í fíggjarmálum, um hann ikki heldur, at tað hevur verið undir skeivum fortreytum at fleiri fólk hava tikið lán til sethús.

Hann sipar til, at fyri hálvum øðrum árum síðani vórðu treytirnar fyri at fáa rentustuðul herdar, so at ein skuldi búgva í húsunum fyri at fáa rentustuðul.

Endamálið var at forða fyri spekulatión, so at somu fólk ikki kundu fáa rentustuðul til fleiri hús.

Men tað eru eisini tey, sum hava tikið byggilán við tí í væntu, at tey fóru at fáa rentustuðul.

Men mitt í øllum verður lógin broytt ímeðan húsini eru í gerð og tá ið tey ikki búgva í húsunum, hava tey mist rentustuðulin.

Og Kári P. Højgaard vil hava at vita frá landsstýrismanninum, Aksel V. Johannesen um hann ikki heldur, at hetta átti at virka við afturvirkandi kraft, tí broytingin hevur broytt fortreytirnar hjá lántakarunum munandi fyri lántakaran.

Hann vil eisini hava at vita um ætlanin er at gera nakað við trupulleikan.

Kári P. Højgaard vísir á, at nógv, sum byggja hús, hava stór byggilán og tey hava ikki væntað, at fortreytirnar fyri láninum fóru at verða broyttar í byggitíðini.

- Viðhvørt er byggitíðin long, tí fólk byggja í smáum, antin sjálvi, ella við hjálp frá

vinfólki og og familju.

Tí hevur tað í ávísum førum havt katastrofalar avleiðingar, at treytirnar vórðu herdar so at tað er bústaðarskylda í húsunum fyri at fáa rentustuðul.

- Onkuntíð hevur broytingin ført við sær, at hús verða lýst til sølu vegna manglandi fígging, og so at eigarin hevur mist ein hóp av peningi, sigur Kári P. Højgaard.