Vanlukkan í Oyndarfirði: Leggja nógv fyri í dag

Heilt nógv fólk er við í leitingini í dag eftir manninum, sum er saknaður eftir ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði

Tað verður lagt nógv fyri í dag í royndunum at finna tann 20 ára gamla mannin, sum er saknaður eftir ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði, har ein bilur fór útav og endaði í Rættargjógv.

 

Sunleiv Højgaard, sum samskipar leitingina, sigur, at í morgun hava einir 15 kavarar leita á fjørðinum og nú seinnapartin koma aðrir 15 - 20 kavarar at leita.

 

Harumframt eru bæði Brimil, Hvidbjørnen, bjargingarbáturin Ziska, og aðrir bátar við í leitingini og bjargingarfeløg kring um í Eysturoy, Streymoy og Klaksvík, hava sent fólk at hjálpa.

 

Somuleiðis er nógv privatfólk við í leitingini.

 

Sunleiv Højgaard sigur, at mølin rundan um fjørðin verður kannað alla tíðina, eins og fólk gongur á landi og hyggur út á sjógv.

 

Annars verður mest hugsað um at leita á sjónum og har er leitingin skipað so, at fjørðurin er býttur sundur í kassar, so at hann kann verða kannaður nágreiniliga.

 

Sunleiv Højgaard sigur, at tey hava leitað so víða um á landi, at tey framvegis arbeiða út frá teirri fortreyt, at hann var í bilinum.

 

- Vit hava kannað allastaðni á landi, har hugsast kann, at hann kann hava verið, men tað hevur verið til fánýtis. Vit hava eisini kannað úthús, seyðhús, hoyggjhús, kjallarar og aðrastaðni, at vita um hann kann vera sloppin úr bilinum og hava leitað sær skjól onkustaðni, men hann hevur ikki verið til at finna, sigur samskiparin.

 

Tað er heldur einki samband við fartelefonina.

 

- Vit kunnu ikki vita nakað við vissu, men vit arbeiða útfrá tí, at hann var við bilinum, sigur Sunleiv Højgaard.

 

- Finna vit einki, leita vit so leingi, tað tað er nóg ljóst at leita og so taka vit støðu til, hvussu farið verður víðari fram, leggur hann afturat.


Síggi fleiri myndir frá leitingini við at trýsta HER

Les eisini: Vanlukka kravt mannalív í Oyndarfirði

Les eisini: Vanlukkan í Oyndarfirði: Leitingin tikin uppaftur

Les eisini: Vanlukkan í Oyndarfirði: 50 fólk leitað í allan dag

Les eisini: Vanlukkan í Oyndafirði: Givnir at leita