Í dag um klokkan 14.00 fekk løgreglan boð frá Rituni um, at ein maður, sum skuldi umborð á skipið av Kirkju, var dottin niður í millum, og at maðurin hevði tørv á hjálp beinan vegin.
JN skrivar, at løgreglan ringdi eftir MRCC, sum sendi tyrlu á staðið eftir manninum, sum síðani fór á Landssjúkrahúsið. Men tað var ov seint, tí á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin var deyður.
Maðurin var um 60 ára aldur.