Vanlukka hóttir karrieruna hjá LaBeouf

22-ára gamli sjónleikarin Shia LaBeouf kom í summar til skaða við eini hond síni í eini bilvanlukku. Her rendi hann á ein annan bil í einum vinstrasvingi, sum endaði við, at bilurin hjá LaBeouf rullaði runt.

 

Nú, eitt hálvt ár eftir vanlukkuna, varð Shia noyddur at trekkja seg aftur frá leikluti sínum í filminum ?Dark Fields?, sum skuldi takast upp her í heyst. Læknarnir ráddi honum til aftur at verða opereraður fyri aftur at kunna nýta hondina sum vanligt.

 

Upptøkurnar av nýggja filminum vórðu í fyrsta umfarið útsettar, tí hondin hjá LaBeouf skuldi hava tíð at lekjast. Nú sær tað tó út til, at LaBeouf aftur skal opererað økið við tummilin. Hann hevur trekt seg aftur frá filmverkætlanini og tískil noyðast framleiðararnir aftur at leita eftir einum nýggjum persóni til høvuðsleiklut filmsins.