Vanlukka fyri mannaættina

- Tað kemur at fáa katastrofalar avleiðingar, at semja ikki gjørdist um eina veruliga veðurlagsavtalu. Tað heldur ráðgevi í norska Udviklingsfondet. Aksel Nærstad, ráðgevi, sigur, at tað, sum hendi í Keypmannahavn, er eitt álvarsamt bakkast fyri umhvørvið mannaættina.

? Avtalan svíkir umhvørvi og menniskju. Tað fer at fáa katastrofalar avleiðingar, at semja ikki fekst um eina veðurlagsavtalu. Tey ríku londini eiga ábyrgdina.

Hann sigur, at spæl millum stórveldi og vánalig fundarleiðsla av danska forsætisráðharranum var orsøkin til, at semja enn ikki gjørdist um eina politiska niðurstøðu á ráðstevnuni.

Aksel Nærstad sigur, at ríku londini vóru ikki sinnaði at skera niður útlátið í nær námind av tí, sum er neyðugt til tess at fyribyrgja, at miljónir av menniskjum fara at doyggja av svongd, og at lívsgrundarlagið hjá øðrum hundraðtals miljónum verður oyðilagt.

- Við smáu niðurskurðunum, sum londini siga seg vilja gera, verður upphitingin nógv meira enn tvey stig. Tá ríku londini halda fast um í mesta lagi tvey stig fram til 2020, er hetta politisk propaganda og ynskidreymar, sigur norski ráðgevin, sum eisini heldur, at peningurin, sum er lovaður veðurlagsátøkum í menningarlondum, ikki kann fíggja meira enn ein brotpart av tí, sum er neyðugt fyri, at fólk framhaldandi skulu kunna búgva í hesum londum og laga seg til tær broytingar, sum fara at koma.