Vanlukka fyri italskan hondbólt

Hondbóltslandsliðið í Italia varð um vikuskiftið rakt av stórari vanlukku, tí 24 ára gami Alessio Bisori tók lívið av sær. Tað skrivar italska ítróttarblaðið ”Gazzetta dello Sport” sambært sporten.dk.

 

Alessio Bisori var ein av fremstu spælarunum á italska hondbóltslandsliðnum.

 

Spælarin var á veg til Bari, har italska landsliðið komandi vikuskifti skal luttaka í undankappingini til EM i Danmark i 2014. Hann leyp út fyri eitt tok.

 

Kappingarumfarið í Bari verður hildið, sjálvt um italski spælarin doyði á ein so syrgiligan máta.

 

Dómarar í kappingini verða Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen.