Suverenitetur og fólkaatkvøða
Víst hevur verið á, at av tí, at avgerðin um at fara úr ríkinum er ein so stór og kollveltandi broyting, so eigur kvalifiseraður meiriluti at vera, um slík broyting skal gerast. Hvat heldur fyrrv. danski løgmálaráðharrin Hans Engell um tað!
Hans Engell leggur áherðslu á, at eisini hetta er nakað, sum bara føroyingar sjálvur kunnu gera av. -Tá Danmark fór uppí ES í 73 og hevði fólkaatkvøðu árið fyri var tað eisini ein avgerð, sum hevði víttfevnandi avleiðingar og sum eisini gjørdi, at Danmark mátti sleppa nakað av sínum suvereniteti. Tann fólkaatkvøðan varð avgjørd við vanligum meiriluta. Um tað ber til at sammeta hetta við eina føroyska fullveldistøku dugi eg ikki at siga. Men sjálvur haldi eg ikki, at ein slík avgerð skuldi kravt kvalifiseraðan meiriluta.