- Vit fylgja við í støðuni í Brússel, og fáa kunning gjøgnum fjølmiðlar og samskifti við okkara starvsfólk.
Tað sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya til Evropeiska Samveldið, nú heimsins eygu eru vend móti Brússel, aftaná at stjórnin í fleiri dagar hevur jagstrað yvirgangsfólk í býnum.
- Belgiska stjórnin hevur sett hægstu trygdartilbúgvingina í verk, ið er fýra út av fýra. Tað var náttina til leygardagin, at tilbúgvingin varð reist á hægsta stig, og sunnudagin boðaði stjórnin frá, at tað ikki verður broytt enn.
Sjálv er Kate Sanderson í løtuni í Føroyum, men hevur hon leypandi samskifti við starvsfólkini í sendistovuni, ið hava fingið at vita, at tey kunnu arbeiða heimanífrá í dag.
Altjóða fjølmiðlar halda eitt vakið eyga við støðuni í Brússel, og skjótt er at fáa fatan av einum býi, ið er fullkomiliga stongdur fyri alt virksemi. Men tað er ikki tann fatanin, ið sendikvinnan hevur.
- Fleiri altjóða fjølmiðlar hava brúkt orðið lockdown um støðuna, men tað haldi eg er ein skeiv lýsing av støðuni í býnum. Fólk hava fingið boð um ikki at samlast í stórum fólkamongdum, og metroin og skúlar eru stongdir, men annars heldur lívið fram í býnum.
- Leygardagin vóru handlar og matstovur stongd, men eg veit ikki, um tað sama er galdandi í dag, men annars sæst støðan kanska best við, at fleiri hermenn og løgreglufólk eru á varðhaldi á gøtuni enn vanligt.
- Annars hevur Evroparáðið boðað frá, at tað er ein vanligur arbeiðsdagur í dag, men siga samstundis, at tey skilja, um fólk ikki koma til arbeiðis. Bara tað at metroin er stongd, ger tað munandi torførari hjá fólki at møta til arbeiðis.










