Á friðsæla stund…ella ikki altíð, tí hóast tað verður sungið og tosað um gleðiligar løtur við familju og vinum, so er tíðin undan og um jólini eisini merkt av strongd, væntanum og ja, samanbrestum.
– Eftir hvørji jól upplivi eg, at fleiri familjur og pør seta seg í samband við meg fyri at fáa hjálp til at loysa ósemjur, sum hava stungið seg upp í jólafrítíðini. Jólini eru ein tíð við nógvum væntanum, siðvenjum og ynskjum um nærleika og samveru, og verða ynskini ikki gingin á møti, so uppliva summar familjur samanbrestir, sigur Heidi Agerkvist, sálarfrøðingur við servitan í familjuráðgeving, við danska blaðið Vísindi, ið eisini kemur við nøkrum boðum um, hvussu vit sleppa undan samanbrestum kring høgtíðina.
Tað er ikki neyðugt at gera alt
Hóast tey flestu hava nógv at gera eru ráðini frá Teu Trillingsgaard, postdoc á Psykologisk Institut á Aarhus Universiteti, at royna at lata vera við at gerast strongd. Tá vit gerast strongd, so hugsa vit meir um okkum sjálvi og okkara egnu tørvir, og vit klára ikki at síggja sjónarmiðið hjá øðrum. Tá er lætt at bresta saman, greiðir hon frá.
Tað eru mong, sum verða strongd av egnum væntanum. Bæði tey sjálvi og alt kring tey skal vera fullkomið, men eingin er fullkomin, og vit verða strongd av at liva upp til eitthvørt, sum er óveruleikakent.
Ansa eftir at parlagið kemur trygt gjøgnum jóla- og nýggjárstíðina
Strongdin kann ávirka parlagið, og tað eru serliga tveir eginleikar, ið eyðkenna eitt væleydnað parlag, sigur Tea Trillingsgaard.
Eydnusom pør vísa hvørjum øðrum meir uppmerksemi. Tey svara áheitanum frá hvørjum øðrum við bræði og veita stuðul, tá annar er ovbyrjaður. Tað er ein fyrimunur at minnast til at geva makanum uppmerksemi um jólini, hóast børnini og familjan eisini krevja sítt.
Ein annar eginleiki hjá pørum, sum halda saman er, at tey tosa varliga og uttan ákæru um tingini. Tey royna at skilja sjónarmiðið hjá makanum og ikki bert kroysta sítt egna ígjøgnum, sigur sálarfrøðingurin.
Tosa saman í familjuni um væntanir
Hevur onkur í familjuni ávís ynski um, hvussu jóladagarnir skulu skipast, so er best at tosa saman um tað, áðrenn høgtíðin kemur. Tað er gott at hava í huga, at øll ikki neyðturviliga hava somu ynski. Soleiðs forðar man samanstoytum og ansar eftir, at onkur ikki verður skuffaður, sigur Sven Mørch, lektari í sálarfrøði á universitetinum í Keypmannahavn við Vísindi.