Óvanligt regn

Tað hevur regnað óvanliga illa har suðuri í Kina um vikuskiiftið, og sambært teimum lokalu veðurmonnunum hevur tað ikki regnað so illa har tey seinastu 50 árini. Serliga illa regnaði tað í Guandong-landspartinum, og sambært blaðnum Guangzhou Daily druknaði eitt skúlabarn í áarførinum, og tvey onnur eru ikki komin afturíaftur. Blaðið veit eisini at siga, at meiri enn 6.000 fólk noyddust at fara frá húsi og heimi, tí alt stóð undir í vatni. Sambært veðurmonnunum regnaði tað meiri enn 400 millimetrar eftir tveimum døgum.