- Verður virðismeting ikki gjørd, kann tað koma aftur um brekku, sigur ríkisgóðkendur grannskoðari við Sosialin um partabrævakeypið hjá Torbjørn Jacobsen - Vanligt er at gera virðismetingar í slíkum førum. Annars kann tað koma aftur um brekku í viðurskiftunum við skattavaldið, sigur Hans Laksá Hansen, sum er formaður í felagnum fyri ríkisgóðkendar grannskoðarar. Hann sigur víðari, at allur handil skal fara fram til marknaðartreytir, antin tað snýr seg um bygningar, bilar ella onnur virðir.
Hans Laksá Hansen vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til aktuella málið, har Torbjørn Jacobsen og pápi hansara keyput partabrøv í Atlantic Petroleum úr Kongshavnar Trolarafelag fyri kurs 100, men svarar generelt, at allir óvanligir handlar eiga at verða kannaðir gjølla av grannskoðarum. Men at tað í slíkum føri kunnu vera viðurskifti, sum fyri øðrum eru ókend, ið liggja til grund einari góðkenning av roknskapinum.
Í tíðindaskrivi, sum Kongshavnar Trolarafelag sendi út hósdagin, stendur »Partaeigararnir kendu ongan almennan kurs ella prís fyri hesi partabrøv um hetta mundi og rindaðu sostatt sama keypsprís, sum felagið hevði keypt tey fyri, tá oljufelagið varð stovnað. « Hvørki felagið ella Torbjørn Jacobsen hava viljað upplýst, nær partabrøvini vórðu handlað. Men í yvirliti, sum er dagfest 1. oktober 2004, stendur felagið framvegis sum eigari av partabrøvunum.
Bert sjey dagar seinni varð prospekið frá Kaupthing til skrásetingina av felagnum undirskrivað og seinni almannakunngjørt. Og har varð kursurin mettur til 265.










