Vanligi føroyingurin skal hava størri vald

Nú skal verða lættari hjá vanligum føroyingum og andstøðuni í Løgtinginumm, at krevja fólkaatkvøðu um ymisk mál

Politiska skipanin skal taka atlit fyri minnilutunum í nógv størri mun enn nú. 


Tað vil Tjóðveldi, sum nú hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har endamálið er at styrkja fólkaræðið og opinleikan í samfelagnum, sum tey siga.

 

Í stuttum snúgva broytingarnar seg um, at ein triðingur av løgtinginum skal kunna biðja um at fáa lógaruppskot út til fólkaatkvøðu.

 

Eisini skal fólkið kunna krevja mál til fólkaatkvøðu.


 Almenna innlitið skal styrkjast. Sum útgangsstøði skal innlit gevast í øll almenn viðurskifti og alla málsviðgerð. Broytingin í Stýrisskipanarlógini skal føra við sær broytingar í lógini um alment innlit.
 

Eisini skal eitt løgtingsval geva slætt borð í politisku skipanini. Tjóðveldi skjýtur upp, at løgmaður og alt landsstýrið altíð leggja frá sær, tá val er útskrivað.
 

Og sum tað fimta vil Tjóðveldi styrkja arbeiðið í løgtingsnevndunum. Løgtingsnevndirnar skulu hava møguleika at skipa fyri almennum fundum og hoyringum. Nevndirnar skulu eisini hava munandi størri møguleika til sjálvar at kunna gera kanningar og taka mál upp av sínum eintingum.

 

- Serliga hesa síðstu tíðina, hava vit sæð, at lítið og einki atlit verður tikið til minnilutan í eini roynd at finna semjur, eisini um stórmál, sigur Gunnvør Balle.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gunnvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, greiða frá, hví tað ikki er gott fyri fólkaræðið, at ein meiriluti í Løgtinginum hevur treytaleyst vald.