Vanligi føroyingurin góðar vónir um næsta ár

Síðani 2006 hevur vanligi føroyingurin ongantíð verið vónríkari enn hann er í dag

Føroyingar eru rættiliga vónríkir um hetta næsta árið.

Tað sæst, nú tað, tey kalla vísitalið, er roknað út.

Vísitalið gevur eina ábending um, hvørja fatan føroysk húsarhald hava um búskapin í løtuni og um gongdina í búskapinum næstu tíðina, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

- Føroysku húsarhaldini standa fyri meginpartinum av privatu nýtsluni av vørum og tænastum í landinum, leggur ráðið afturat.

 

- Vísitalið fyri føroysku húsarhaldini er støðugt hækkað seinastu árini.

Í juni í 2008 var vísitalið minus 29, men í juni í ár er tað pluss 13.

Hetta er samstundis hægsta vísitalið, sum er skrásett, síðani fyrsta kanningin av hesum slagi varð gjørd í januar 2006, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Vísitalið fyri húsarhaldini hækkar serliga av tí, at føroyingar vænta lægri arbeiðsloysi næstu 12 mánaðarnar og samstundis vænta teir framgongd í búskapinum yvirhøvur.

 

- Harafturat vænta fleiri húsarhald, at tey fara at hava pening til uppsparing næsta árið.

 

Fíggjarmálaráðið sigur, at sammett við síðstu kanning, sum var í januar ár, siga fleiri húsarhald nú, at bæði fíggjarstøða og búskapargongd hava verið betri hetta seinasta árið.

 

Visitalið sigur nakað um, hvussu fólk sjálvi halda, at tíðirnar eru og tað verður gjørt við eini gallupkanning, har 500-600 tilvildarlig húski verða spurd ymsar spurningar.