Óvanliga væl medisinerað

Í kapping við 20 aðrar debutantar fekk danski høvundurin Jonas T. Bengtsson herfyri BG debutantvirðislønina fyri skaldsøguna Aminas Breve

Bókin er um tann gløgga og sympatiska Janus, sum hevur sett sær fyri, at finna sína vinkonu, Amina. Umvegis brøv hevur Amina verið hansara lívlína til lívið tey fýra árini, hann hevur ligið á sinnissjúkrahúsi, men nú er hon horvin. Janus hevur diagnosuna skizofren paranoid, men er, sum hann sjálvur sigur, óvanliga væl medisineraður.
Í grundgevingini fyri at geva Bengtsson virðislønina varð millum annað sagt, at skaldsøgan er sterkt medisin, men framúr væl doserað, har ráur humor og heit medmenniskjaligheit dampa av síðunum.
Jonas T. Bengtsson er 29 ára gamal og hevur fyrr skrivað handrit til barnaútvarp og sjónvarp. Tað tók honum trý ár at skriva Aminas breve, sum hann lutvíst hevur skrivað út frá samrøðum við eina sinnissjúka vinkonu.
- Eg hevði brúk fyri at vísa, at sinnissjúk fólk ikki altíð eru lallandi psykopatar, sum serliga amerikanskir filmar vanliga geva fatan av. Janus er fullgreiður yvir, at hann ikki klárar seg í vanliga samfelagnum. Men tað verður hann í avísan mun noyddur til, um hann skal finna Amina, sigur Bengtson, sum á tann hátt hevur skipað skaldsøguna í einum spenningsøki millum tað svakliga og tað normala.