Tað var stormur og sera stór alda í Biscayavíkini í gjár, og við ta norðursponsku strondina var óvanliga nógv brim. Alt stóðst av einum lágtrýsti við Bretsku Oyggjarnar, sum sendi kalda luft vestur um Írland og niður í Biscayavíkina.
Tað er væl kent, at nógvur vindur av útnyrðingi kann geva stóra aldu í Biscayavíkini, og millum býirnar La Coruna og San Sebastian á sponsku norðurstrondini var av mesta brimi í gjár.
Luftrákið frá lágtrýstinum ávirkar eisini veðrið í Fraklandi, Týsklandi og í Danmark. Tað merkir tó ikki, at danir fáa vind og brim, men heldur lýggjari veður, siga donsku veðurmenninir.










