Hóast veturin hevur gjørt vart við seg í Íslandi teir seinastu dagarnar, var november í ár ein tann lýggjasti har, síðani hitamátingarnar byrjaðu.
Á Akureyri var meðalhitin 2,9 stig og í Reykjavík 4,3 stig, og í báðum førum er hetta 3,2 stig oman fyri meðalhitan fyri november. Bara sjey ferðir síðani 1870 hevur november verið lýggjari í Reykjavík enn í ár.
Mesti meðalhiti var á oynni Surtsey, 6,2 stig, og minsti var í Sandbúðum, har tað frysti 2,6 stig í meðal.
Mesti hiti, sum varð máldur í Íslandi í síðsta mánað, var á
Skjaldþingsstöðum, har tað vóru heili 21,0 stig tann 8. november. Mesti kuldin var á Þingvöllum í gjár, tá tað frysti 20,6 stig.