Tað er so lítil havísur í Arktis nú, at hesa ársins tíð hevur ísurin ikki verið minni, síðani menn fóru undir at skráseta havísin fyri 30 árum síðani. Tað sigur amerikanski stovnurin National Snow and Ice Data Center.
Harafturat vísa mátingar og myndir, at tað hevur ikki verið so lítil havísur á norðaru jarðarhálvu hesa ársins tíð síðani veturin 2005-2006.
Í vídd er havísurin 14,6 milliónir ferkilometrar, og tað er umleið átta prosent minni enn eitt meðalár, skrivar blaðið Anchorage Daily News.
National Snow and Ice Data Center sigur, at í vetur var havísurin upp á tað mesta tann 7. mars, men síðani tann 22. mars er hann minkaður hvønn dag.