Tað hevur verið óvanliga kalt summastaðni í USA um vikuskiftið. Í International Falls í statinum Minnesota frysti heili 40 stig fríggjadagin, og so kalt hevur tað ikki verið har síðani 1897, skrivar AP-tíðindastovan. Í gjár var heldur frægari. Tá frysti 25 stig.
Veðurmenninir hava eisini sagt frá nógvum kulda í fleiri býum har eysturi í landinum so sum Chicago, Boston og New York, og forsagnirnar hildu. Í Chicago frysti 27 stig fríggjadagin og 20 stig í gjár.
Januar hevur eisini verið ógvuliga kaldur har vesturi í USA, og veðurmenninir siga, at nógvastaðni hevur tað verið væl kaldari enn vanligt.