Òvanliga heitt í USA

Teir seinastu tólv mánaðirnir eru tað heitasta árið, sum nakrantíð er skrásett í USA, og higartil er 2012 tað heitasta árið í USA nakrantíð. Útrokningar hjá National Oceanic and Atmospheric Administration (NOAA) vísa, at frá juni í 2011 til mai í ár var meðalhitin í USA 13,3 stig, og tað er 1,8 stig heitari enn meðal.

NOAA leggur afturat, at hetta er tað heitasta ársskeiðið, sum er skrásett, síðani mátingarnar byrjaðu í 1895.

Tað er serliga í tí eystara partinum av landinum, at tað hevur verið óvanliga heitt tað seinasta árið, og ikki færri enn 31 statir hava skrásett nýtt hitamet í hesum tíðarskeiðinum.

Tær nýggju mátingarnar hjá NOAA vísa eisini, at tað var meiri ísur á leiðunum kring Norðpólin í mai í ár enn í mai í fjør.