Óvanliga heitt í Pakistan og India

Tað óvanlig hitabylgja hevur gjørt um seg í Pakistan og India ta seinastu vikuna, og alt bendir á, at tey hava skrásett tann fjórðmesta hitan, sum nakrantíð er staðfestur. Týsdagin komu hitamátararnir í pakistanska býnum Jacobabad upp á 52,3 stig. Sambært amerikanska veðurstovninum NCDC er hetta helst fjórðmesti hiti, sum er staðfestur á jørðini í 68 ár.

Seinast, tað var so heitt á jørðini, var tann 22. juni í 1942, tá hitin í Ísrael kom upp í 53,9 stig.

Tað mesta, sum nakrantíð er mátað, er 57,8 stig. Tað var í Al Aziziyah í Libya tann 13. september í 1922.

Tann nógvi hitin í India og Pakistan teir seinastu dagarnar hevur kravt í minsta lagi 100 mannalív. Læknarnir mæla fólki til at vera innandura og at drekka nógv vatn.