Óvanliga friðarligt

Hóast talan var um mánaðarenda, og fólk júst hava fingið løn, var vikuskiftið óvanliga friðarligt hjá løgregluni. – Talan var bert um smáttaríir, sigur vakthavandi

Fríggjadagin hendi hvørt av sínum. Eldur kom í eitt gamalt úthús í Syðrugøtu, sum menn nýttu til egningarskúr. Ungdómar høvdu kynt bál nærhendis, og antin eru leivdir frá bálinum tveittar inn í skúrin, ella eru tær foknar á hann og harvið fest í. Skúrurin brann mest sum í grund.

Í øðrum føri varð sløkkiliðið í Havn boðsent til eina bingju úti við Reynsgøtu á Argjum, sum bussførarar nýta, tá teir skifta buss. Ein bussførari varnaðist, at ein kókipláta stóð frá, og hitin frá hesari hevði smeltað húsan á málaranum umftamt nakrar plastkoppar við tí úrslitið, at fitt av royki stóðst av. Sløkkiliðið kom á staðið, men kundi staðfesta, at talan ikki var um eld, einans royk. Tað er ikki staðfest, um nakar hevur verið inni í bingjuni og tendrað kókiplátuna, ella talan er um eitt óhapp.

Fríggjadagin varð sløkkiliðið eisini boðsernt í sambandi við eina oljudálking á Vestaruvág við keiina hjá Skipasmiðjuni. Tað lógu nøkur skip við bryggju og tey vórðu kannað, eins og kannað var eftir, um dálkingin kundi vera komin frá skipasmiðjuni. Men tað hevur ikki borið til at staðfesta, hvaðani teir umleið 1000-1500 litrarnir, sum lógu á sjónum, eru komnir frá.

Av tí at hann var vestan í ættini, kann dálkingin stava frá øðrum enn skipunum ella skipasmiðjuni. Royndir eru tiknar av oljuni.

Fríggjadagin var eisini eitt óhapp við Norðskálatunnilin, har ein bilur rendi inn í autoverjuna og rullaði einaferð runt. Fýra ungir menn vóru í bilinum, og bilførarin fekk eitthvørt hvast í armin, annars sluppu teir uttan meir. Eingin av teimum fýra vóru ávirkaðir av rúsdrekka.

 

Leysir hundar ein trupulleiki

Annars verður sagt av løgreglustøðini, at leysir hundar eru ein afturvendandi trupulleiki. Um vikuskiftið hevur ein hundur runnið eftir seyði í Hoyvík, og tað er so javnan, at løgreglan fær fráboðanir um slíkar hendingar.

Trupulleikin er allarhelst, at fólk binda hundin í garðinum, tá tey fara til arbeiðis. So standa teir har og goyggja og órógva fólk. Stundum gnaga teir so reimina av ella smoyggja hálvbandið av sær, og so eru teir leysir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Hann heitir tí á fólk, um at hava hundar sínar forsvarliga í bandi til allar tíðir.

Men saman um tikið sigur vakthavandi, at tað hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti, og teir hava bert havt full fólk at taka sær av, og tað slepst ikki undan heldur hann.