Vanliga frítíðarundirvísing fyri fólk við breki

   

Hildur Eyðunsdóttir
Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar kommunu
????????

Ein mamma spyr í lesarabrævi, hví kommunan skal sleppa ókeypis frá, at skipa vanliga frítíðarundirvísing fyri fólk við breki. Hetta er eisini óhoyrt. Sjálvandi skal kommunan skipa fyri eins góðari frítíðarundirvísing til teirra ið bera brek, sum til onnur. Tað kann ikki rættvísgerast, at kommunan ikki hevur skyldu, at geva hesum borgarum somu rættindi sum hon gevur øðrum borgarum.
Tilboðini um vanligt frítíðarvirksemi til menn-ingartarnað, og til teirra ið bera onnur brek, eiga at verða javnstillað við onnur tilboð til frítíðarvirksemi alt fyri eitt. Alt annað er, at gera mismun á borgarum, og tað er ósømiligt.