Vangamyndin: Sólvá Joensen

Sólvá Joensen úr Havn spælir fótbólt í Elitedivisiónini niðri í Danmark. Hon spælir við danska felagnum SVK. Í Danmark er fótbólturin skjótari, støðið er hægri og venjingin harðari, heldur Sólvá

24 ára gamla Sólvá Joensen úr Havn hevur spælt fótbólt síðani hon var eini 10 ára gomul. Í Føroyum hevur hon spælt við B36 alt sítt lív, men tá hon fór niður at lesa til miðlatøkning í 2001 fór hon at spæla við SVK.

- Tá eg flutti til Danmarkar var tað ikki meira enn náttúrligt, at eg fór at spæla fótbólt. Í Danmark er støðið hægri, spælið skjótari, meira spennandi og vit venja meira, sigur Sólvá.

Sólvá er tó nú givin við lestrinum, men hon fer helst at byrja upp á okkurt nýtt í summar.

Føroyskur fótbóltur

Um føroyska kvinnufótbóltin sigur Sólvá, at hann gerst alt meira óseriøsur.

- Tað er stórur munur á liðunum. KÍ er nógv tað besta liðið. Eisini er trupult hjá bygdaliðunum at manna lið. Eg veit ikki, hvat er sum ger, at konufólk gevast at spæla fótbólt, sigur SVK leikarin.

Sólvá metir, at hondbólturin er farin avstað við eitt sindur av fólki, og nú er heldur onki kvinnulandslið longur. Tað var eitt í 95-96 til kvalifikatiónsdystirnar til EM. Nú verður sagt frá FSF, at tað er ikki grundarlag fyri at hava eitt kvinnulandslið, tí tað kostar ov nógv at senda tær avstað.

- FSF raðfestir ikki kvinnufótbóltin høgt. Til dømis vóru vit einaferð tríggjar ferðir í Klaksvík fyri at spæla ein dyst, men ongir dómarar møttu upp. Triðju ferð kom ein heimadómari, tí ongin annar var, sigur Sólvá.

Tó vil hon ikki skjóta alla skyldina yvir á FSF. Eisini eru tað tær ungu genturnar, sum kanska ikki ganga so høgt upp í fótbóltin.

- Eisini var tað bløðini, sum ikki gjørdu so nógv burturúr, men eg haldi, at tað eru fyrst og fremst genturnar, sum eiga at gera nakað fyri, at fótbóltinum verður lív lagað.

Viðvíkjandi FSF krevur tað eina hugsjónsbroyting frá báðum síðum - bæði FSF og teimum spælandi kvinnunum.

Sólvá heldur, at tað var í 1998, at tað byrjaði at ganga niður á bakka við kvinnufótbóltinum. Hvat tað var, ið gjørdi tað, veit hon ikki.

Fyrst í ´90-unum og mitt í ´90-unum vóru nógvar sum spældu fótbólt, og tær vóru eisini eldri enn tær, ið spæla við 1. deild í Føryum í dag. Tá skuldi ein vera 16 ár fyri at sleppa at spæla við einum 1. deildarliðið. Nú eru fleiri, sum eru nógv yngri, tí tað er torført at manna lið.

Sólvá fer nú niður aftur til Danmarkar, har hon fer, sum tann einasta, at halda fram við at spæla í Elitedivisiónini. Har fer hon at manna plássið hjá SVK sum høgri bakkur ella høgra miðja.