Seinasta vikuskifti fingu 24 ungir dreingir eina av størstu fótbóltsupplivingum sínum higartil.
Hetta var, tá Havnar Bóltfelag hevði fyriskipað eina venjingarlegu, har dreingirnar so at siga sluppu at royna, hvussu stuttligt, og ikki minst hvussu hart, fótbóltslívið kann verða.
Strævin skrá
Teir 24 dreingirnir eru allir við á piltaliðnum hjá HB, og venjarar vóru teir báðir, Áki Davidsen og Egil Jacobsen.
Undan vikuskiftinum høvdu allir dreingirnir fingið tillutað eina skrá, har tað greitt framgekk, hvat skuldi gerast um vikuskifti, og møguliga var eisini onkur teirra, ið stúrdi, tá teir só skránna.
Venjing, venjing og venjing, onkur smávegis dystur, og annars matur, prát og hvíld. Ikki tí, dreingirnir orka ivaleyst at beistast og renna í væl longri tíð, enn vit vaksnu gera, men kortini kunnu 12 tímar av fótbólti innan 31 tímar tykjast í heldur meira lagi.
Teir báðir venjararnir siga við Sosialin, at endamálið við leguni als ikki er, at dreingirnir skulu verða so væl fyri sum gjørligt, nú kappingarárið skjótt fer av barkastokki. Heldur er talan um at geva dreingjunum eina uppliving fyri lívið, sum samstundis er ein liður í teirra ítróttarligu og fótbóltsligu menning. Eini menning, sum felagið seinni kann fáa gleði av.
Góðar framtíðar møguleikar
Langsiktaða endamálið er sjálvandi, at felagið skal royna at uppala nakrar framtíðar fyrstaliðsleikarar, og venjararnir mettu sjálvir, ta hetta var ein háttur at gera arbeiðið upp á.
- Vit hava jú fleiri framúr góðar og evnaríkar ungar leikarar í landinum, og við einum miðvísum arbeiði eiga vit at kunna hækka støðið á føroyskum fótbólti enn meira, greiða venjararnir frá. Víðari siga teir, at hetta er so ein bara ein møguleiki, tí sjálvsagt eru fleiri aðrir hættir, sum kunnu nýtast og verða nýttir kring landið.
Framtíðin hjá føroyskum fótbólti kann tí tykjast at verða bjørt, og uttan iva hava fleiri av leikarunum, sum vóru til venjingar ein dreym um, at teir eina ferð í framtíðini kunnu liva av spælinum við rundu leðurkúluni.
Nógvir leikarar
Tað ljóðar kanska av nógvum, at tveir venjarar skulu halda skil á 24 smádreingjum eitt heilt vikuskifti, men teir báðir siga við ein munn, at hetta als ikki eru allir dreingirnir í aldursbólkinum.
Við tað, at piltadeildin telur somikið nógvar leikarar, gjørdu vit av, at tað bert vóru teir dreingir, sum eru føddir í 1978, sum komu við, og bara hesin eini árgangurin telur umleið 40 leikarar, so uttan iva kundi talið verið hægri.
Tískil varð neyðugt at taka nakrar burtur úr, og hetta harmast venjararnir báðir um. - Hetta hevur jú við sær, at fleiri leikarar ikki sleppa upp í part, hóast hetta einki hevur við fótbóltsevni teirra at gera. Onkustaðni máttu vit tó skera ígjøgnum, men vónandi ber til at hava eitt størri luttakaratal, um høvi býðst eina ferð afturat.
Góð foreldur
Sjálvsagt er eitt veldugt fyrireikingararbeiðið, sum skal fáast frá hondini, tá ein slík venjingarlega skal gerast.
Her hava venjararnir tó fingið stóra hjálp frá foreldrabólkinum, við tað at foreldrini at dreingjunum stóu fyri so at siga øllum tí praktiska aftan fyri leguna. Venjararnir høvdu tískil ikki fyri neyðini at hugsa um, hvussu maturin skuldi tilgerast, um klæðini vórðu vaskaði o.s.fr.
Einasti luturin, sum teir skuldu hugsa um, var ítróttarligi parturin, og sambært teimum báðum hevði tað so at siga verið ógjørligt at fyriskipað venjingarleguna uttan stóru hjálpina frá foreldrunum.
At teir á henda hátt fingu møguleika til bara at hugsa um ítróttarliga partin, halda teir báðir eisini var ein stórur fyrimunur, sum gjarna skuldi givið úrslit í eini betri tilrættislegging av sjálvari venjingini.
Í øllum førum sóu allir dreingirnir út til at hugna sær óført, har teir við hvør sínum bólti royndu at venja og fínpussa nakrar av teimum lutum, sum eru neyðugir at hava við sær á fótbóltsvøllin.