Vandu við hundunum

Mánadagin og týsdagin skipaði Hundaeigarafelag Føroya, HUFF fyri venjingum, har børn vandu sínar hundar.

16 hundar vóru við, og nógv fleiri børn, tí systkin vóru eisini við.

Ofta verða hundarnir vanir við, at børnini spæla við teir, og tað er eisini gott. Men venjing gevur børnunum amboð at arbeiða við, so hundarnir eisini læra at akta børnini.

Børnini vandu eitt sindur av lýdni, men fyri tað mesta hundakynstur og stuttleikavenjingar. Hesar venjingarnar eru serstakliga ætlaðar at styrkja um sambandið millum eigara og hund, og at styrkja sjálvsálitið hjá hundinum.

Børnini lærdu um ábyrgdafulla hundaeigaran, sum hevur hundaposar við sær, og tekur upp eftir hundinum. Somuleiðis lærdu tey at brúka rósandi orð og góðbitar til hundarnar, so teir høvdu lættari við at samstarva.

Venjararnir vóru imponeraðir av børnunum og teirra vilja til at læra allar venjingarnar, so tey kunnu venja víðari heima.

HUFF fer at skipa fyri venjingum við børnum aftur.