Vandu í kolaminu

Tað var ein heldur óvanliga venjing á skránni hjá týska felagnum Schalke 04 í farnu viku.

Spælararnir fóru inn í eina kolaminu í Gelsenkirchen, og teir vóru 1200 metrar inni í minuni til eina venjing. Lagið tóktist vera gott á spælarunum, hóast teir vóru sendir inn í kolaminuna. Um vikuskiftið byrjar týska fótbóltskappingin aftur eftir vetrarsteðgin, og so er spurningurin, um Schalke 04 hevur fyrireikað seg betur enn hini feløgini til dystirnar.