Vandin fyri verkfalli økist í hvørjum

Støðan er spent, sigur forkvinnan í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar

Vit fara nú at viðgera støðuna, men tað er greitt, at møguleikarnir fyri semju fækkast í hvørjum. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað hevur leingi staðið í botni í samráðingunum ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, um ein nýggjan sáttmála.

Sáttmálin fór annars úr gildi í oktober í fjør, men hann er síðani longdur, men samráðingarnar slitnaðu og semingsmenninir vórðu boðsendir.

Eftir at hava samráðst í fleiri dagar, løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri partarnar tíðliga í farnu viku, men tað vrakaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir.

Síðani hevur samband aftur verið millum partarnar, men upp undir vikuskifti fekk Fíggjarmálaráðið eitt uppskot frá sjúkrarøktarfrøðingunum um eina loysn á málinum.

Men Fíggjarmálaráðið hevur havnað uppskotinum tí sambært KvF, halda tey seg til semingsuppskotið, sum Fíggjarmálaráðið góðtók.

Óluva í Gong sigur, at seinasta uppskotið frá teimum til Fíggjarmálaráðið, tók støðið í semingsuppskotinum, men at lønin varð roknað eitt sindur øðrvísi út.

Men nú tað er vrakað, fer nevndin fyri sjúkrarøktarfrøðingarnir at halda fund fyri at kanna, hvørjir møguleikarnir eru. Forkvinnan ásannar, at nú hetta seinasta uppskotið er vrakað, er støðan spent, tí møguleikarnir fyri at røkka eini semju, fara alsamt at fækka og sostatt nærkast eitt verkfall alsamt.

Fara tey í verkfall, skal tað fráboðast 48 tímar frammanundan.