Tað var lítið hugaligt hjá Marjun Smith, leiðara á Lágargarði, tá ið hon mánakvøldið greiddi avvarðandi hjá búfólkunum á Lágargarði frá, hvørjar avleiðingar sparingarnar, ið stovninum er álagt, fóru at hava fyri búfólki og stovnin.
Játtanin órealistisk
Lágargarður hevur fingið eina játtan fyri bæði røktar- og umlættingarheimið og dagstovnin upp á umleið 23 milliónir, men hendan játtan er órealistisk, sigur Marjun Smith. Hon sigur, at tað ber ikki til hjá stovninum at halda seg innan hesa játtan, og tí hevur nýtslan higartil í ár verið eitt vet oman fyri játtanina, sigur Marjun Smith.
Men herfyri fekk hon at vita frá meginskrivstovuni hjá Heimarøktini og Serforsorgini, at nýtslan hevur verið góðar 600.000 krónur ov nógv higartil í ár, og hesir pengar skulu sparast inn aftur restina av árinum. Tí er neyðugt hjá Lágargarði at fremja umfatandi skerjingar.
Eingin tíð at verða um tey gomlu
Marjun Smith sigur, at ein av avleiðingunum av sparingunum verður tann, at búfólkini fara at liggja meiri í songini enn higartil, og av tí sama fara tey gomlu skjótari at fáa liggisár. Somleiðis fer vandin fyri lungnasjúkum at økjast munandi, tá rørslan hjá teimum gomlu minkast við ikki at sleppa upp at sita.
Leiðarin á Lágargarði sigur, at tá ið tey gomlu ikki koma upp, verða tey, sum skulu matast, at fáa máltíðirnar í songini, og hetta tekur nógv longri tíð.
- Í stuttum kann sigast, at tíðin at verða um tey gomlu als ikki strekkir til, og tí verða starvsfólkini noydd at renna skjótari.
Marjun Smith leggur afturat, at ein onnur avleiðing verður tann, at búfólkini verða undirstimuleraði, tí tíð ikki verður til at aktivera tey. Leiðarin á Lágargarði sigur, at hetta frammanundan er ringa samvitskan hjá røktarstarvsfólkunum á stovninum.
Sjálv er Marjun Smith sannførd um, at økta tíðin í songini hjá búfólkunum í longdini fer at hava við sær, at kostnaðurin fyri sárviðgerð veksur, tørvurin á hjálpartólum fer at økjast, og eisini fer tørvurin á serligum madrassum at vaksa.