Vandin fyri innlegging er helvtina minni við omikron

- Alt bendir á, at omikron-frábrigdið gevur mildari sjúkugongd enn delta-frábrigdið, sigur Statens Serum Institut.

 

- Vandin fyri at enda á sjúkrahúsi er helvtina so stórur við omikron sum við delta. Kortini kann sjúkrahúsverkið gerast trýst, um smittuspjaðingin verður stór.

 

Tað sigur Tyra Grove Krause, fakligur stjóri í Statens Serum Institut í dag, og tað er Ritzau, sum endurgevur.

 

Statens Serum Institut væntar, at smittutølini koma í hæddina í Danmark einaferð í januar. Síðan verður roknað við lækkandi smittutrýsti aftur í februar og soleiðis minni trýsti á sjúkrahúsverkið.

 

Tá sæð verður burtur frá sunnudegnum, har nógv færri lata seg kanna enn vanligar dagar, hava tey í Danmark fýra dagar á rað havt umleið 20.000 koronu-tilburðir hvørt samdøgur.

 

Samstundis er talið av innleggingum økt upp í stívliga 700, og tað er tað mesta síðan í januar í 2021.

 

Fakligi stjórin, Tyra Grove Krause, sigur, at fyri meginpartin av fólkinum verður tað ein spurningur um tíð, nær tey verða smittað - og ikki, um tey verða smittað. Hon vísir á, at í Danmark er støðan kortini munandi betur henda veturin enn síðsta vetur.

 

Og tað er koppsetingin, sum ger munin. 

 

- Koppsetingin er sera effektiv móti innleggingum, um tú verður smittaður. Hinvegin verjir koppsetingin ikki eins væl móti smittu, tá ræður um omikron-frábrigdið sum móti delta, leggur fakligi stjórin aftrat.

 

Tyra Grove Krause sigur, at til ber at minka um smittutilburðirnar við umleið einari helvt fyrsta mánaðin eftir koppseting, og tað hevur velduga stóran týdning í januar, har væntandi er, at Danmark fer at seta met í smittutølum.